Um SÍ Sørvágs Ítróttarfelag er stovnað 17. mars 1905. Frá munnligum keldum vita vit, at hesir fimm sørvingar vóru við til at stovna SÍ: Heini Joensen, Heini í Nýggjustovu (1876–1968), Joen Rasmussen, Løðu Jógvan (1876–1957), Olav Olsen, Ólavur í Ólavsstovu (1868–1949), Hans Ole-Jacobsen, Bíggjar-Hans (1865–1944) og Ole Emarius Olsen, róptur Jens-Ólavur (1880–1964). Sørvágs Ítróttarfelag Fyrstu árini var heitið “Sørvágs Bóltfelag” men seinni varð heitið broytt til “Sørvágs Ítróttarfelag” stytt “SÍ”. Grundin undir navnaskiftinum var at aðrar ítróttagreinar enn fótbóltur, nevniliga svimjing og hondbóltur, tóku seg upp í bygdini og ynsktu hesi at gerast limir í felagnum. Svimjingin helt stutt á, hondbólturin nakað væl longur upp til u.l. 60-árini. Frá seint í 70-unum og upp til nútíðina er onnur ítróttagrein stigin upp í felagnum og er hetta flogbóltur. Byrjaðu á sandinum Sørvingar byrjaðu í 1905 at spæla bólt á sandinum og varð Dungasandur “fótbóltsvøllur” heilt upp til hin 19. apríl 1954, tá fyrsti vøllurin varð tikin í nýtslu. Hann hevði tá staði í gerð í 10 ár. Í 1979 varð vøllurin gjørdur av nýggjum og víðkaður nakað væl út eftir so gott pláss bleiv innanvert vøllin og fekk vøllurin tá tað skap hann hevur í dag. Nýggi vøllurin varð tikin í nýtslu við hátíðarhaldi 15. mars 1980 í smb. við 75 ára dag felagsins. Graslíki varð lagt á vøllin í 1991 og lá hetta á til 2005, tá nýtt varð lagt á í smb. við 100 ára dag felagsins, hetta við fíggjarligari vælvild frá Sørvágs kommunu. Felagshús Eftir kríggið var ein barakk felagshús hjá SÍ, hon stóð har dansistovan stendur í dag. Barakkin stóð uppi til einaferð í 1950-unum. Til nýggja felagshúsi stóð liðugt í 1997 hevði felagið einki felagshøli, men mátti læna dansistovuna til skiftirúm og stundum skúlan. Úrslit Besta úrslitið í fótbólti hjá SÍ var í 1947 tá SÍ var føroyameistari í 1. deild. Nøkur ár eftir hetta steðgaði fótbóltsspæli hjá SÍ nærum upp, grundin verður søgd at vera tann, at alt fólki var burtur, antin til skips ella róðu teir út í Grønlandi um summarið. Fyrst í 60-unum byrjaðu vit so smátt aftur; og í 1963 var verulig gongd komin á aftur. Í 1969 var SÍ meistari í Meðaldeildini, tað sum seinni svaraði til 2. deild. Sjálvt um væl gekk í 1969 fekk felagið ikki nógv burturúr, tí árið eftir megnaðu vit ikki at manna lið. Í 1972 hevði SÍ aftur lið í Meðaldeildini; upp til 1975 spældi SÍ í Meðaldeildini. Í 1976 hevur SÍ tvey lið í 3. deild. Í 1978 kemur SÍ upp í 2. deild. Í 1984 eru vit aftur í 3. deild – í 1987 megna vit av vinna okkum upp aftur í 2. deild. Árini 1998 til 2003 er SÍ partur av fótbóltssamtakinum FS-Vágar. Eftir slitið er SÍ aftur í 4. deild, men vinnur 4. deild sama ár og flytur sostatt upp í 3. deild. Kelda bókin “Sørvágs Ítróttarfelag 100 ár” eftir Erhard Jacobsen og Esbern Joensen |